Fótbóltur

Video: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum

Hanus Sørensen spældi 90 minuttir á miðvøllinum í báðum teimum seinastu landsdystunum - miðlarnir gera okkum ofta til favorittar, men vit skulu fyrst og avrikað væl, sigur hoyvíkingurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-07 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

23-ára gamli hoyvíkingurin sær út til at fáa størri og størri álit á A-landsliðnum - nú á sentrala miðvøllinum har hann eisini hevur spælt fyri HB í ár.

Sí eisini: - Tað er einki persónligt mótvegis Hanusi

Kviki maðurin við góða teknikkinum skal helst eisini spæla nógvar minuttir hesaferð, nú Føroyum tørvar stig.

Undan fyrstu venjingini í vikuni setti Hanus Sørensen orð á dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi í síðsta mánaða, væntanir til liðið, og hvar hann sjálvur kann koma við.

Sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Myndir: Vandu í nógvum vindi

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia

Atgongumerki

4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar Lettland

Atgongumerki

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *

* Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder