
- KÍ hevur flutt seg langt seinastu árini og vil flyta seg enn longur - longur enn nakað føroyskt felag hevur verið. Hetta hóskar væl til mín, og tað tendrar meg.
Hósdagin kunngjørdi Klaksvíkar Ítróttafelag tað, sum hevur verið ávegis í eina tíð: At Hallur Hansson hevði skriva undir sáttmála við felagið.
30-ára gamli miðvallarin hevur spælt uttanfyri landoddarnar allarstørsta partin av seinastu 15 árunum, og fleiri viðurskifti hava gjørt, at hann nú vendir heimaftur.
Talan er um sáttmála til og við 2025, og spælarin sigur at tað er ógvuliga gott at fáa frið yvir tingini nú eftir nakað av mótbrekku. Persónligu viðurskiftini hava eisini spælt inn í avgerðini.
Hetta setur Hallur orð á í samrøðuni, sum Portalurin gjørdi við hann við Djúpumýru í dag, har KÍ spældi móti EB/Streymi. Landsliðsliðformaðurin var millum áskoðarnir, og tað verður hann eisini næstu mánaðirnar. Í løtuni er Hallur Hansson undir uppvenjing fyri krossbandsskaða í knænum. Hetta gongur væl, staðfestir hann og vónar ar koma á vøllin í summar.
Skaðan fekk hann í september í fjør. Tá spældi Hallur við KR í Íslandi. Hann valdi KR framum millum annað KÍ tá, og hetta skifti eydnaðist ikki so væl. Stríðsmaðurin sigur, at millum annað mentanarligu og málsligu munirnir ávirkaðu. Tá treivst hann betri í Danmark, har Hallur spældi í samanlagt í næstan tíggju ár.
Nú skal fyrrverandi liðformaðurin hjá AC Horsens og maðurin við 72 A-landsdystum gera mun í Klaksvík við millum annað øllum sínum royndum.
Hoyr alla samrøðuna ovast.
Lagt til rættis: Agnar Prestá
Filmað og klipt: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald