Berlin, Týskland (Portalurin): Til "mixed-zone" hjá føroyska liðnum fyrrapartin tosaðu vit millum annað við Mittún-brøðurnar.
18-ára gamli Óli Mittún var nógv á vøllinum móti Slovenia í gjár, og hann ivast um hann fer at uppliva aftur at spæla í einum dysti við slíkum stuðli.
Pauli Mittún var ein av trimum í EM-hópinum, sum ikki var á dómaraseðlanum. Hann hevði tó eina stóra upplving sum áskoðari - hetta serliga vegna føroysku fjeppararnar.
Teir siga, at ymiskt er at arbeiða við í morgin, har nógv skal til fyri at fylgja við norðmonnunum. Noreg telur millum heimsins sterkastu lið, staðfestir Pauli Mittún, og Óli vísir á, at teir fara at koma við uppaftur størri fysikki enn Slovenia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald