- Tað er at iðra seg um, at føroyingar ikki eru við í EM longur - millum annað alt við fejpparunum og serliga tá man sær slíkt.
Soleiðis varð sagt í donsku TV2-sjónvarpsstovuni fyrr í kvøld, tá topp-fimm listin hjá rásini við vakrastu málunum higartil í endaspælunum varð vístur.
Har varð tvífaldi flúgvarin hjá Føroyum móti Sveis á 1. plássi.
Tað var Elias Ellefsen á Skipagøtu til ein flúgvandi Hákun West av Teigum og víðari til Óla Mittún, ið sum heild var flúgvandi í endaspælinum. Nummar 78 gjørdu í framlopi arbeiðið liðugt, og Føroyar komu harvið frammum í týðandi støðu.
Málið sæst frá 0.45 í videobrotinum ovast, sum eisini er á Youtube.
Á hesum listanum hjá EHF er fralíka føroyska málið tó "bert" nummar tvey.
Har er snilda og týðandi málið hjá portugisiska vonginum António Areia móti Danmark á 1. plássi.
Aftanfyri málið hjá Óla Mittún og hindum snildu føroyingunum, eru flott mál hjá Mathias Gidsel, Giorgi Tskhovrebadze og Óðinni Ríkharðsson.
Sí eisini: Eftir bólkaspælið: Óli flest málstig og upplegg - Pauli flest bjargingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald