- Eg kann geva nakað eyka, eins og eg havi gjørt fyri feløgini hjá mær frammanundan.
Patrik Johannesen sigur í longri samrøðu við Portalin, at tað er umráðandi at taka sjálvsálitið við inn í landsdystirnar, sum eru fyri framman.
Nógv bendir á, at 27-ára gamli áleyparin fer at spæla ein umráðandi leiklut í álopspartinum hjá Føroyum móti Moldova fríggjakvøldið. Har kunnu vera marginalar verða avgerandi, staðfestir Patrik.
Sí eisini: Gilli Rólantsson: Havi sovið illa fleiri nætur: Nú kann eg endiliga anda aftur av álvara
Íslendsku meistararnir keyptu Patrik fyri umleið hálva millión í november. Hetta var eftir eitt gott kappingarár í Keflavík. Spælarin sigur sjálvur, at hann framhaldandi spælir og avrikar á einum eitt sindur hægri støði - eisini á landsliðnum har hann fekk sítt fyrsta mál í fjør, og nú er skrásettur fyri 20 dystir.
Patrik Johannesen er eisini glaður fyri, at hann nú er liðfelagi við álopsmakkaran Klæmint Andrasson Olsen til dagliga í Breiðablik, og so er hann ikki í iva um, at Gilli Rólantsson kann geva teirra felags barndómsfelag nógv næstu tíðina. Spurningurin er so, nær hann sjálvur skiftir aftur til TB.
Manuskript: Agnar Prestá
Video og klipt: Sverri Egholm
Føroyska A-landsliðið við monnum ferðast í dag, mikudagin 22. mars, til Moldova. Portalurin er við á ferðini og hevur ymiskt tilfar harfrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald