Fótbóltur

Video: - Hetta er ekstremt stórt

Martin Agnarsson spældi í kvøld sín fyrsta kappingardyst frá byrjan og skoraði eisini sítt fyrsta mál. - Tit fara at síggja meira til mín í brotsteignum, sigur 21-ára gamli vongbakkurin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-08 23:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gibraltar, Portalurin: Hann spælir fulla tíð so at siga hvørja ferð fyri Aarhus Fremad í næstbestu donsku deildini, og í dag spældi hann 90 minuttir á vinstra vongbakkin hjá Føroyum.

Tað var stríggið - serliga fyrsta tíman - viðurkennir Martin Agnarsson.

Hann var tó sjálvur á blettinum um miðjan 2. hálvleik og avgjørdi dystin, har Føroyar vóru favorittar.

Hoyr Martin Agnarsson seta orð á upplivingina omanfyri.

------------------------------------------------------------

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1

Føroyar (5-4-1):  Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð

Eftir 59 minuttir: Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen inn

Sí eisini: Seinasti hálvi tímin bjargaði trimum stigum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder