Hann er ein av teimum fáu, sum var á vøllinum til “9 móti 11 finaluna” millum liðini í 2018, og sum eisini verður á vøllinum leygarkvøldið.
- Tað var sjálvandi stórt fyri B36, og fyri mín part vil eg gjarna vaska ta tapið av mær nú.
Sí eisini: Soleiðis sá út í seinastu Havnarfinaluni (Video)
Hetta segði Teitur Matras Gestsson við Portalin í sambandi við dagsins venjing.
32-ára gamli liðformaðurin hjá HB heldur, at “hetta kann ikki gerast tættari ella nógv meira spennandi”.
- Helst mest spennandi dystur í føroyskum fótbólti í fleiri ár - síðani FM finalan millum KÍ og B36 í 2019. Hesin dysturin er tað síðsta, sum eg hugsi um, tá eg leggi meg at sova og tað fyrsta, ið eg hugsi um, tá ið eg vakni, sigur HB-málverjin at enda.
Sí samrøðuna ovast
Sí eisini: Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum
Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB
Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna
Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald