Fótbóltur

Video: - Høvdu samanlagt ikki uppiborið stig

Er eitt vónbrot tí vit hava stórar vónir og hava spælt okkum í góða støðu, sigur Jákup Andreasen. Hann setur orð á, hvat ikki eydnaðist hjá KÍ, hugburðin og reyða kortið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-10 07:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): - Eingin kjansur at tað var reytt kort. Eg stóð beint við støðuna, og dómarin segði, at hann ikki vildi nýta VAR, tí hann var so vísur.

Jákup Biskopstø Andreaen er greiður, tá vit spyrja hann um reyða kortið, sum Árni Frederiksberg fekk í 62. minutti í gjár.

Hetta broytti nakað í Ljubljana. KÍ-liðformaðurin viðurkennir tó beinanvegin, at heimaliðið samanlagt var betri, og at KÍ ikki spældi ein góðan dyst, hóast stríðsviljin og tað mesta í skipaðari verjustøðu var í lagi.

- Hetta er eitt vónbrot, tí vit hava sett yvirleggjaran høgt og tora at melda út, at vit ætla okkum víðari og ikki bara vera “við á túrinum í hesum bólkinum”. Hava eisini sett okkum í støðuna at tað ber til.

Og Jákup trýr framvegis uppá at tað ber til, hóast tað sær væl tyngri út - KÍ fer eftir møguleikanum, so leingi hann er har, staðfesti liðformaðurin um midnáttarleitið í Ljubljana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder