Hondbóltur

Video: - Kann millum annað koma við royndum

Tað er einki øðrvísi, nú eg eri endaliga úttikin, men eri ógvuliga motiveraður, sigur Helgi Hildarson Hoydal. Albogin hjá strikuspælaranum er lektur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-28 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá hópurin til EM-endaspælinum varð almannakunngjørdur 5. desember, stóð Helgi Hildarson Hoydal ikki á listanum.

27-ára gamli hoyvíkingurin hevur verið fastur partur av A-landsliðnum síðani 2017, men hørð kapping á strikuplássinum- at Ísak Vedelsbøl er komin fram millum annað - og ein skaði í alboganun gjørdu sítt til, at Helgi var nummar fýra í røðini.

[object Object]

Hetta var sjálvsagt stórt vónbrot. Tað viðurkennir Helgi sjálvur í dag, dagin eftir at hann er lagdur afturat HM-hópinum. Í gjár kunngjørdi Hondbóltssambandið, at vegna millum annað smáskaðar verður Helgi Hoydal kortini við.

Les eisini: Helgi partur av EM-hópinum kortini

Hann ætlar at koma við millum annað royndum, og tað verður ein spentur og motiveraður Helgi Hildarson Hoydal, sum fer við flogfarinum til Berlin 9. januar.

- Bálið hevur verið stórt líka síðani vit spældu okkum til EM, staðfestir hann.

Tað var brenni í uppvenjingartíðina fyrr í vetur. Ein skaði í alboganun helt Helga Hoydal úti í umleið tveir mánaðir, men hann hevur spælt dystir í desember og er nú heilt klárur.

Sí eisini: Myndir: Øðrvísi fyrireikingar til endaspælið

Sí eisini: Myndir: Tvær vikur til fyrsta EM-dystin

Sí alla samrøðuna ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder