Hann hevur spælt yvir 150 dystir á hægsta stigi í Føroyum og eisini tveir dystir í Champions League, sambært Faroesoccer. Hann hevur eisini verið partur av FM-hópum hjá barndómsfelagnum HB. Nú 30-ára gamli havnarmaðurin hevur seinastu árini mest hugsavna seg um at miðla í ítrótt í Kringvarpinum, og hetta er triðju ferð at Jógvan Skeel Nolsøe er við A-landsliðnum hjá monnum á ferð.
Portalurin prátaði fyri løtu síðani við Jógvan á Radisson Blu-gistingarhúsinum í moldoviska høvuðsstaðnum, har føroyska liðið løðir til EM-undankappingardystin í kvøld. Dysturin byrjar ikki fyrrenn klokkan 21.45 lokala tíð - 19.45 føroyska tíð.
Hetta hevur sína ávirkan, tosaði tíðindamaðurin um. Sjálvur skal hann gera tilfar til "svangliga Kringvarpið" og eisini møguliga fara ein túr í spa.
Hoyr Jógvan Skeel Nolsøe seta orð á hetta og føroysku útlitini í videobrotinum omanfyri.
Vertur og manuskript: Agnar Prestá
Framleitt: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald