Meinhard Egilsson Olsen, ið spældi allar 90 minuttirnar í 4-0 ósigrinum fyri Ísrael á Tórsvølli í kvøld, viðurkennur, at úrslitið ikki var gott nokk, og at ísraelar serliga vóru nógv betri í báðum brotsteigunum.
Ov nógv mistøk vórðu gjørd, og útiliðið revsaði føroyingar hart, sigur 24-ára gamli Bryne-leikarin.
Vit mugu stilla um; leygardagurin er ein nýggjur dystur og vónandi kunnu vit gera eitt bragd ímóti Danmark, sigur Meinhard Olsen - ið fegnast um nýggju umstøðurnar, og at áskoðarar eru aftur - til enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald