Fótbóltur

Video: - Ógvuliga kalt brotsspark

Sí hæddarpunkt - millum annað alla brotsparkskappingina - úr Grimsby í gjár. Geza David Turi spældi umleið ein hálvan tíma og skoraði sítt brotsspark móti Manchester United.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-28 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grimsby framdi bragdið og sendi Manchester United út úr Carabao Cup. Liðið úr fjórðbestu deildini burdi so at siga vunnið í vanligar leiktíð, tí tað var 2-0, tá eitt stórt korter var eftir.

Alt skuldi avgeras við brotsspørkum, og tey vórðu 13 í tali: Trygg skot og ivasom málverjuavrik í brotssparkskappingini tryggjaðu hetta.

At enda skeyt Bryan Mbeumo, eitt av dýru nýinnkeypunum hjá Manchester United, á tvørtræið, og so var veruligur Grimsby-fagnaður.

Sí eisini: Geza og Grimsby sendu Manchester United út eftir brotssparksdrama

Geza David Turi kom inn í 64. minutti. 24-ára gamli gøtumaðurin skoraði trygt uppá sítt brotsspark, tá hann legði Grimsby á odda 6-5 í brotsparkskappingini

- Ógvuliga, ógvuliga, ógvuliga kalt (Very, very, very cool) segði viðmerkjarn um tað

Hetta sæst ovast ella á Youtube-rásini hjá EFL (Málið hjá Geza sæsst á 11.30

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder