Fótbóltur

Video: - Ótrúliga stuttligt at vera partur av hesum aftur

- Hetta var ikki fremst í tonkunum, og eg havi bara roynt at gjørt mítt á vøllinum. Eftir seks ár er nú 32-ára gamli Páll Klettskarð aftur á A-landsliðnum. Mál, royndir og renniorka eru nakað, ið áleyparin kann koma við..

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-21 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkingurin er skrásettur fyri 13 A-landsdystir - tann síðsta í Andorra 25. mars í 2017.

Hann er metmálskjútti í søguni hjá barndómsfelagnum KÍ, sum áleyparin hevur millum annað hevur skorað átta evropeisk mál fyri.

[object Object]
Páll eftir málið móti Sutjeska við Djúpumýru í fjør. Hetta málið sendi KÍ víðari til 3. umfar í Conference League (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Klaksvíkingurin til venjingina á Tórsvølli í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Andrasson Klettskarð fekk boð um landsliðsúttøkuna næstseinasta vikuskifti, og var tað ikki nakað, ið hann hevði væntað. Landsliðið er ikki nakað, ið hevur fylt nógv hjá Pálli seinastu árini, hóast nakað av práti hevur verið um hann í hesum sambandi.

Vit fingu orðið á 32-ára gamla áleyparin undan venjingini á Tórsvølli í dag. Hann og liðfelagirnir halda nú til á Hotel Føroyum - í morgin gongur leiðin til Moldova, har fyrsta uppgávan í undankappingini til EM 2024 er. Ein torfør uppgáva men har farið verður eftir at fáa stig, staðfestir Páll Klettskarð.

Video: Sverri Egholm


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder