Høgri bakkurin segði við Portalin eftir dystin, at vindurin darvaði nakað á Argjum, og at AB kom til heldur nógvar møguleikar eftir steðgin.
Tó helt 25-ára gamli klaksvíkingurin, at KÍ hevði gott tamarhald á støðuni: Helt væl uppá bóltin í fleiri løtum og skapti eisini nógvar málmøguleikar.
Jóannes Danielsen í gjøgnumbroti á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)
Jóannes Kalsø Danielsen skoraði í dag sítt mál nummar 15 fyri besta liðið hjá barndómsfelagið, tá hann legði útil. Verjuleikarin sigur, at hann bara satsaði uppá, at bólturin kom fram til hann, og at "tíbetur rakti hann væl hesuferð".
Júst tað at skora tíðliga í dystum hevur nógv at siga fyri KÍ, staðfesti Jóannes - nú hyggja teir fram ímóti Víkingi á heimavølli sunnudagin.
Sí alla samrøðuna omanfyri
Betrideildin 2. umfar (umfar nummar 4)
Mikudagin 12.04
AB - KÍ 0-2 (0-2)
9' Jóannes Kalsø Danielsen (Claes Phillip Kronberg) 0-1
42' Sjálvmál (Sivert Gussiås) 0-2
Myndir frá dystinum
Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør
1. KÍ 12 stig
2. HB 10 stig
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig
10. AB 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald