Vilnius, Litava (Portalurin): - Hóast hann ikki vann ella skoraði í fótbóltsdystinum til upphiting hesaferð, so kann 20-ára gamli strikuspælarin vera væl nøgdur við sína hondbóltstilveru í løtuni.
Ísak Vedelsbøl sigur seg hava verið noyddan til at lært "100 nýggj systemir" seinastu mánaðirnar, men hann er komin væl í gongd hjá svensku meistarunum IK Sävehof eftir skifti úr Føroyum.
Sterki ungi maðurin spældi mikukvøldið fyri fyrstu ferð ein veruligan leiklut í týðandi dysti fyri Føroyar, har hann var inni í fleiri álopum (7 ímóti 6) og var undir liðuni á Teis Horn Rasmussen í miðverjuni í nøkrum støðum.
Ísak Vedelsbøl takkar føroysku áskoðarunum saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Her við tveimum taskum á veg í bussin í Vilnius
Sí eisini: - Vit fara eftir at endiliga vinna ein útivallardyst (samrøða við Teis)
Sí eisini: Úr Vágum til Vilnius (Myndir og ferðafrásøgn)
Nú skulu Ísak og føroyska liðið byggja uppá. Sí samrøðuna við Ísak Vedelsbøl, í sambandi við venjingina í gjárkvøldið, ovast
Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini: Vilhelm: Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo - spæli vónandi ein betri álopsdyst
Sí eisini: (Video) Hákun: Skoraði besta málið í fyrsta umfari
Meira tilfar úr Vilnius seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald