Fótbóltur

Video: - Tað kann kosta at royna at spæla á hendan hátt

Håkan Ericson var nøgdur við ymiskar smálutir í føroyska spælinum í gjár, og at man var væl við, men viðurkennir mistøkini við bóltinum, og at Albania fekk heldur nógv pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-21 06:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit royndu nógv meira at byggja upp við at spæla bóltin upp heldur enn at sparka. Hetta er umráðandi partur í okkara menning - serliga tá vit spæla móti slíkum liðum á heimavølli - men hinvegin so kann tað kosta, og tað gjørdi tað partvíst í dag.

Nakað soleiðis tekur Håkan Ericson samanum støðuna, tá vit prátaðu við hann eftir 3-1 tapið á Tórsvølli týskvøldið. Sviin heldur framvegis ikki, at Føroyar skapa nóg nógvar upplagdar málmøguleikar. Tað, umframt nakað við deyðbóltunum har mál aftur verður latið inn, skulu teir hyggja uppá.

Næstu uppgávurnar eru Pólland úti og Moldova heima í september. Tvær heilt ymiskar uppgávur, staðfestir Håkan Ericson, ið eisini viðurkennir, at stig skjótt skulu á kontuna, sjálvt um tað ikki bert snýr seg um úrslit men eisini menning av liðnum og spælarum.

Sí eisini: Odmar: - Fáa bara ikki bóltin í málið í øðrum hálvleiki

EM-undankappingarbólkur E, 3.(4.) umfar
Tórsvøllur, týsdagin 20. juni
Føroyar - Albania 1-3 (1-1)
20' Nedim Bajrami 0-1 
45 (+1)' Odmar Færø (Jóan Símun Edmundsson) 1-1
51' Kristjan Asllani 2-1
90 (+1)' Ernest Muç 3-1

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen

Hesir komu inn: Jóannes Bjartalíð (46'), Andrass Johansen (65'), Petur Knudsen (65'), Brandur Hendriksson Olsen (80'), Stefan Radosavljevic (80')

Áskoðaratal: 2.507

Sí eisini:
Enn eitt vónbrot á Tórsvølli
Myndir: Føroyar - Albania
Teitur: - Kann ikki seta orð á hvussu rotin kensla hetta er

Andrass: -Spældi ikki við nakrari hondbremsu
Andrass vísti seg væl fram í sínum fyrsta dysti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder