- Vit føldu at vit vóru so mikið nógv omaná, at vit skiftu yvir til 4-4-2, og síðani fáa vit málini í einari løtu, ið vit ordliga sita á, og har vit fáa fleiri leikarar inn í brotsteigin.
Júst tað at skora í góða tíðarskeðinum gjørdist avgerandi, og avgerðin hjá Håkani og venjaratoyminum um at skifta leikskipan gav úrslit - júst at hava møguleikar at gera hetta og samstundis at halda fast í prinsippinum, gleðist venjarin um.
61-ára sviin var ikki nøgdur við fyrra hálvleik, har ov nógvir teknisk mistøk vórðu gjørd, og har føroyingarnir ikki gjørdist nóg vandamikilir - hetta varð betri eftir steðgin. Hann hevði eisini kunnað hugsa sær, at havt møguleikan at tikið tað meira róligt á bonkinum seinastu minuttirnar, og at ein sigur við fleiri málum ikki hevði verið óuppiborin.
Håkan setur eisini orð á, hvussu tað var at uppliva Skansan og allar áskoðararnar á Tórsvølli, og hann gleðir seg at koma aftur í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald