Fótbóltur

Video: - Verjuvilla, tilvildarligt mál og brotsspørk kostaðu KÍ

KÍ sá út til at hava fult tamarhald á støðuni í Ungarn, men so komu tvey mál uppá fýra minuttir og løtu seinni var evropeiska summarið av. Neman Grodno fer í play-off.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-15 13:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru fáir veruligir málmøguleikar fyrstu 78 minuttirnar, og KÍ sá út til at gera arbeiði liðugt á uttanveltaðum vølli í hitanum í Ungarn.

Men so kiksaði ein afturlegging hjá Daniel Johansen við bringuni, og fýra minuttir seinni økti Neman Grodno við skoti, sum rakti KÍ-spælara á vegnum og broytti kós.

2-0 og so byrjaðu møði, vantandi vandastøður frammanundan og annað at kosta. KÍ kom ígjøgnum longdu leiktíðini, men tað var undir stórum trýsti, og Mads Boe Mikkelsen fekk eisini reytt kort í 113. minutti fyri eina stempling.

Í brotssparkskappingini vóru níggju góð brotsspørk. Tað hjá Patriki Johannesen fór tíverri dygst framvið, og Sebastian John í KÍ málinum var ikki nær námind nøkrum av Neman-skotinum.

Harvið skal liðið úr Hvítarusslandi, hvørs deild er styrkismett nakað undir tí førooysku, royna seg móti Rayo Vallecano í play-off umfarinum.

Eftir at KÍ tvær ferðir kom víðari í Conference League, gekk tað ikki triðju ferð - tað burdi tað helst í støðuni. Harvið skal sjóneykan á at tryggja FM og vinna steypafinaluna, og so verður deildarspæl heilt víst eitt høvuðsmál hjá KÍ í 2026.

Sí málini seint í vanligu leiktíðini og brotssparkskapping omafyri ella her

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august - Szeged

Neman Grodno (BLR
) - KÍ 2-0 (0-0) 7-6 samanlagt eftir brotssparkskapping
80' Gulzhigit Borubaev 1-0
85' Yuri Pantia 2-0

Reytt kort: Mads Boe Mikkelsen 113

Brotssparkskapping: 
[object Object]





Meira um dystin sæst her

Les eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder