Hann og Viljormur Davidsen vóru ikki við seinast orsakað av sóttarhaldi, men í kvøld mannaður teir vinstru síðuna hjá Føroyum tað mesta av dystinum.
27-ára gamli havnarmaðurin, ið spælir í næstbestu norsku deildini, spældi sum vinstri vongur fram til Viljormur fór út; so fór hann aftur á plássið, sum hann er mest kendur fyri at spæla.
Ári tosar um munin á plássinum og stóra møguleikan fekk eftir ein av teimum mongu góðu útspørkunum hjá Teiti Gestssyni, ið vórðu longd.
- Eg visti ikki, at Brandur var so fríur aftanfyri meg. Eg kundi spælt til hann, men eg hugsaði bara um at fáa skot á, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Sum heild gagnnýtti Føroyar ikki møguleikarnir nóg væl, og tað irðar Ári seg um, hóast hann fegnst um avrikið.
Ári Mohr Jónsson er eisini sera glaður fyri at fáa møguleikan at aftur spæla frammanfyri áskoðarunum á Tórsvøll, sum gjørdu sítt g góvu leikarunum eitt "boost".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald