- Nú fingu vit bara samla eitt stig saman síðst, so vit vóna at standa okkum betri hesaferð.
Tað er eingin ivi hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Hann og liðfelagirnir hava góðar vónir til EM-endaspælið og ætla at gera ein vørr í Noreg.
Hóast spælskiparin hjá Kiel er greiður yvir, at Føroyar hava sterk mótstøðulið í bólkinum - serliga Slovenia og Sveis - so vísir hann eisini á styrkina hjá egna liði.
- Eg haldi, at vit eru blivnir øðiliga nógv betri seinastu tvey árini - bæði sum lið og spælararnir hvør sær.
Les eisini: EHF: Óli Mittún er eitt av størstu talentunum í EM-endaspælinum
![]()
Elias á Skipagøtu vandi fyri seg sjálvan størsta partin av tíðini í gjár - millum annað rann hann (Mynd: Sverri Egholm)
23-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur, at føroyingar hava lært nógv at EM-endaspælinum fyri tveimum árum síðani - og síðani tað ikki eydnaðist at spæla seg til HM 2025.
- Tað var nakað lort, vit vóru keddir av, at vit ikki vóru við, men tað er gloymt nú. Nú gleða vit okkum bara til hetta endaspælið. Tað verður skeg.
Her vísir profilurin, sum hevur eina heldur ivasama øksl í løtuni, millum annað á áskoðararnar. Føroyski EM-hópurin, og nógvir fjepparar, fara til Oslo um júst eina viku. Fyrsti EM-dysturin verður fríggjakvøldið 16. januar móti Sveis. Tá vónar Elias á Skipagøtu at vera klárur at spæla við fullari megi.
Her ber til at síggja Elias greiða frá sínari kropsligu støðu: - Økslin hevur tað betri og betri fyri hvønn dag
Sí annars video ovast
Sí eisini: Stuttligt at uppliva hondbóltsáhugan í bygdini og kring landið
Myndir: Kend andlit á Kambsdali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald