- Vit hava sæð byggiverkið seinastu árini, og nú stendur tað næstan heilt liðugt, og tað er sjálvandi øðiliga stórt fyri meg, okkum og eisini fólk í Norðuroyggjum - tað at vit sleppa at spæla okkara evroepisku heimadystur her er
Soleiðis segði Jákup Biskopstø Andreasen við Portalin í samrøðu eftir tíðindafundin, sum var í KÍ-høllini í gjár. 23-ára gamli miðvallarin hjá KÍ hevur altíð búð í Klaksvík og spælt við felagnum, og í kvøld sleppur hann at leiða lið sítt inn á vøllin við Djúpumýru, ið hýsir sín fyrsta evropeiska dyst.
Liðformaðurin var eisini inni á, at heimavøllurin og allar umstøðurnar viðvíkjandi honum eiga at geva nøkur liðnum nøkur prosent eyka. KÍ hevur eina 3-2 leiðslu frá fyrra dystinum í Lettlandi, men sambært Jákupi fara teir í bláum ikki at grava seg niður, hóast teir í løtum fara at liggja longuri afturi á vøllinum: Heimaliðið fer at leypa á og fer 100 prosent út fyri at vinna dystin
Sí alla samrøðuna omanfyri
Sí eisini:
Dysturin við Djúpumýru verður bríkslaður í gongd klokkan átta
Mikkjal Thomassen: -Vit hava alla orsøk til at trúgva uppá tað
Tað verður eitt heilt ótrúligt upplivilsi
Fyrsta bríksl við Djúpumýru verður klokkan 20. Tað er ein tíma seinni enn ætlað. Tað kemst av tí, at lettiska varð seinkað. Mótstøðuliðið hevði eina heilt lætta venjing í Gundadali tíðliga seinnapartin.
Vit verða til staðar og hava ymiskt tilfar frá dystinum. Til ber at fylgja við støðuni á forsíðu okkara. Rás 2 hjá Televarpinum vísir dystin fyri eitt gjald. FM1 og KVF hava beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald