Fótbóltur

Video: - Vit hava okkurt serligt til stórar dystir

Og vænti at vit megna at koppa HB hesaferð, sigur Hannes Agnarsson, sum skoraði til 2-2 í finaluni í 2018. - Vit eru vónbrotnir av árinum, men tað kann tíbetur bjargast við einum dysti nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-31 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein tá 19-ára gamal Hannes Agnarsson var á rætta staðnum í yvirtíðini. Eftir hornaspark setti Hannes bóltin í HB-málið til 2-2, og so varð longd leiktíð.

Á ótrúligan hátt helt B36 til brotsparkskapping við níggju móti 11 - og vann.

Sí eisini: Video: Soleiðis sá út í seinastu Havnarfinaluni

Hannes Agnarsson verður janvan mintur á hetta - serliga nú enn ein finala móti HB nærkast.

B36 hevur ikki vunnið ein kappingardyst móti HB í hálvt sætta ár, men nú skal tað verða, staðfestir kviki B36'arin.

- Vit hava nakað serligt til stórar dystir í hesum felagnum; eisini í Evropa. Vænti at vit koppa tað til okkum hesaferð, sigur Hannes.

Vongurin viðurkennir eisini, at hetta er neyðugt fyri at talan skal vera um eitt góðkent B36-kappingarár.

Sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Teitur Gestsson: Hetta kann næstan ikki blíva størri

Sí eisini: Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum

Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB

Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder