Nú heilt stutt upp undir EM-undankappingardystin í Høllini á Hálsi millum Føroyar og Kekkia fingu vit orðið á Mark Lausen-Marcher, ið er ítróttarstjóri hjá Hondbóltssambandi Føroya.
Fyrrapartin kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya, at 53-ára gamli Peter Bredsdorff-Larsen í summar tekur við sum nýggur A-landsliðsvenjari hjá monnum. Talan er um eitt tvey-ára sáttmála.
Les eisini: Peter Bredsdorff Larsen verður nýggjur landsliðsvenjari hjá monnum
Mark Lausen-Marcher sigur millum annað, at nýggi venjarin avgjørt hevur dygdirnar og royndirnar at føra liðið víðari og eins og hann, saman við hjálparvenjaranum Lars Møller, kemur at flyta føroyskan hondbólt sum heild. Larsen og Møller koma at hava ymiskar menningaruppgávur, sigur ítróttarstjórin.
Mark Lausen-Marcher sigur, at tað eisini er heldur løgið, tí Sonni Larsen hevur verið partur av føroyskum hondbólti og Hondbótssambandinum so leingi, og at hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði. Tí var tað eisini umráðandi at kunngerða tað nú, so at til ber at siga farvæl á rættan hátt við danska venjaran.
Dysturin millum Føroyar og Kekkia byrjar klokkan 19.45. Vit hava ymiskt tilfar av staðnum. Dysturin kann síggjast hjá Kringvarpinum - FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald