Hondbóltur

Peter Bredsdorff-Larsen verður nýggjur landsliðsvenjari hjá monnum

Nýggjur A-landsliðsvenjari í hondbólti er settur frá 1. juli, tá sáttmálin við Sonni Larsen og Dia Midjord gongur út.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-30 11:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sáttmálarnir hjá Hondbóltssambandinum við Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord ganga út í juni á ár. Í hesum sambandi hevur Hondbóltssambandið sett Peter Bredsdorff-Larsen sum nýggjan landsliðsvenjara hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.

Peter Bredsdorff-Larsen er kent andlit í altjóða hondbólti og hevur seinastu 7 árini verið venjari hjá monnunum hjá Bjerringbo-Silkeborg Håndbold í bestu donsku deildini. Hjálparvenjari í Bjerringbro-Silkeborg hevur verið Lars Møller, og tað eru júst hesir báðir, sum nú skulu standa á odda fyri føroyska manslandsliðnum.

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller taka við størvunum 1. juli, tá sáttmálarnir við Sonni Denis Vahlgren Larsen og Dia Midjord ganga út.

Peter Bredsdorff-Larsen er 53 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari. Hann var hjálparvenjari hjá danska manslandsliðnum í tíðarskeiðnum 2005–2015, har teir vunnu fleiri heiðursmerki, m.a. EM-gull í 2008 og 2012. Sum venjari í bestu donsku deildini hevur Peter Bredsdorff-Larsen luttikið í DM- og steypafinalum við trimum ymiskum feløgum, og gjørdist hann eisini danmarksmeistari við núverandi felagnum Bjerringbro-Silkeborg í 2016.

Peter Bredsdorff-Larsen hevur útbúgving sum Master í Organisatorisk Coaching og Læring frá Aalborg universiteti.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir tveir heimadystir næstu dagarnar. Annar í kvøld klokkan 19:45 ímóti Kekkia, og hin ímóti Russlandi sunnudagin klokkan 17:00. Báðir verða leiktir í Høllini á Hálsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder