Oslo, Noreg (Portalurin): - Teirra langskot eydnast væl, og vit geva kanska ikki Paula tær bestu treytirnar. Í álopinum manglar okkum "flow" í løtum.
Tróndur Mikkelsen staðfesti eftir trý-máls tapið fyri Sveis, at Føroyar vantaðu ov nógv í kvøld - og at EM-endaspøl eru hørð og náðileys.
- Vit spæla væl móti Sveis, fáa javnleik og vinna stórt á Montenegro. Avrikað fínt í kvøld men tað er ikki nóg mikið - hasir minuttirnir móti Sveis vóru eisini dýrir.
Sí samrøðu ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald