Niðurflytingin hjá Hellas Verona varð staðfest 1. mai. Men síðani hevur liðið staðið fyri tveimum flottum avrikum og úrslitum á útivølli.
Fyri tveimum vikum síðani var tað móti Juventus í Torino, og seinnapartin var tað á Stadio Giuseppe Meazza í Milano: Mæti leikvøllurin sum tey flestu helst kenna sum San Siro, sum eisini er navnið, ið AC Milan nýtir. Men Inter Milan, italska meistaraliðið, nýtir navnið hjá sínari legendu.
Har endaði tað 1-1. Andrias Edmundsson var óheppin stutt eftir steðgin og skrásettur fyri sjálvmál, tá ein stútari eftir horna rakti bringuna á føroyska miðverjanum og fór í málið.
Men tað var í stóran mun toftamaðurin, sum syrgdi fyri, at Inter Milan ikki avgjørdi dystin. Andrias kom fyri nógv og ruddaði ofta burtur - millum annað tríggjar ferðir í málteignum (fimm-metrinum) og tvær ferðir á sjálvari mállinjuni.
Hesar støðurnar síggjast eftir 1.15 og 1.45 í videobrotinum ovast - Tað er eisini á almennu Youtube-síðuni hjá Serie A
Andrias Edmundsson sæst við eyðkenda ljósa hárinum, pannubandinum og 5-talinum á rygginum.
Andrias á Tórsvølli í sigrinum á Montenegro í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Sambært tølum hjá livescore-tænastum og øðrum var Andrias Edmundsson besti maðurin á Giupesse Meazza. Hetta við metingartølum á yvir 8.
Atgerðirngar góvu eisini Verona møguleikan at vinna sær stig, og í yvirtíðini sló skotin Sam Bowie til, tá hann kaldliga skoraði til 1-1. Áleyparin kom til felagið í vikuni áðrenn Andrias Emdundsson í vetur og hevur eisini verið eitt ljóspunkt hjá Hellas Verona í einum annars keðiligum kappingarári.
Eitt flott stig móti Inter Milan, sum greitt vinnur Serie A-steypið. Og við steypafinalusigrinum fyrr í vikuni var dagsins mótstøðulið hjá Andriasi Edmundsson og teimum greipuvinnari - Inter Milan var eisini í Champions League-finaluni í fjør.
Hellas Verona spælir heimadyst móti AS Roma um eina viku. Fyribils síðsti dystur hjá felagnum í Serie A og hjá føroyska landsliðsprofilinum - uttan so hann okkurt áhugavert hendir í summar.
Dagført: 22.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald