Hann spældi ikki nakran minutt á A-landsliðnum í seinastu viku og hevur ikki spælt í Nations League, men í kvøld spældi Daniel Johansen 90 minuttir í Kolding.
Hillerød tapti 3-1. Tað var 26-ára gamli føroyski vinstri bakkurin, sum við sínum góða vinstra beini og snildni í 59. minutti minkaði um munin fyri gestirnar.
Sí málið á tv3sport HER
Mynd: Hillerød Fodbold
Kolding svaraði tó skjótt aftur. Harvið er Hillreød framvegis á 9. plássi við 14 stigum. 13 dystir eru spældir í NordicBet deildini. Føroyingafelagið hevur fýra stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.
Adrian Rúnason Justinusen spældi 80 minuttir í kvøld. Hillerød tekur ímóti AC Horsens um eina viku.
Adrian er framvegis fastur og álopskendur profilur hjá Hillerød - Daniel Johansen er við at bíta seg meira fastan á liðið eftir skiftið frá Thisted í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald