Danmark var á heimavølli og vann aftur eina finalu, men tað var ikki so einfalt, sum endaliga støðan vísir.
Sjey mál á muni, tá samanum kom, men Týskland kroysti Danmark, sum millum annað varð rakt av skaðum á strikuni/miðverjuni. At Thomas Arnoldssen var aftur, gjørdi tó stóran mun, og liðið hjá Nikolaj Jacobsen hevði meira góðsku og kaldleika, tá samanumkom - eisini móti Andreas Wolff sum annars hevði 14 bjargingar.
Millum hesar var Jóhan á Plógv Hansen, sum var næstbesti málskjútti í finaluni við sjey málum (uppá átta skot) Eitt teirra sæst á 0.38 ovast ella her
Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen er evropameistari eftir stórt avrik
Hetta var fyrstu ferð síðani Svøríki í 2002, at ein vertstjóð vann evropameistaraheitið. Samstundis var tað fyrsta EM-heitið hjá Danmark síðani 2012.
Rasmus Lauge er tann einasti í hópinum, sum er tvífaldur evropameistari. Við fýra heimsmeistaraheitum á rað og Ol-gullinum í 2024, eru tó fleiri í hópinum, sum í dag verður heiðraður á Ráðhúsplássinum, við nógvum gyltum heiðursmerkjum - Jóhan hevur nú fimm. Sum vit skrivaðu um í gjár, hevur Danmark nú eisini øll tey trý stóru heitini á manssíðuni
Sí hæddarpunkt frá EM-finaluni ovast ella á Youtube-rásini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni
EM-finala 2026
Sunnudagin 1. febuar 2026 - Jyske Bank Boxen
Danmark - Týskland 34-27 (16-14)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald