Hondbóltur

Video: Fekk túrin til Oslo í jólagávu frá soninum

Hetta fegnast Dennis Holm um: - Stóra hondbóltsframgongdin er eitt sindur óveruleikakent, og tað sigur eitt sindur, at tað, sum svarar til ein stórar føroyskan bý, verður í Oslo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-14 16:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So at siga hvør einasti stólur umborð á Airbus-flogfarinum hjá Atlantic Airways varð nýttur, tá farið varð úr Føroyum - nakað seinkað.

Sí eisini: Farnir úr føroyska regninum - kavin í Oslo elvdi til seinkan

Umframt spælarar, venjarar, HSF-starvsfólk og miðlar vóru eisini spentir fjepparar við á túrinum. 

Undan fráferð fekk Portalurin orð á ein teirra.

Dennis Holm er millum annað kendur úr politikki, men løgtingslimurin hjá Tjóðveldi er eisini ógvuliga áhugaður í ítrótti, har hann hevur verið virkin á ymiskan hátt.

- Hondbóltur hevur fylt nógv - eg havi millum annað verið venjari hjá VB - og tað er eitt sindur óveruleikakent at síggja menningina í føroyskum hondbólti.

Vágbingurin hyggur millum annað nógv eftir Bundesliguni nú - heimins bestu deild - har tríggir føroyskir landsliðsspælarar spæla: Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen.

Teir skulu royna sítt í stóru høllini í Oslo fríggjadagin, sunnudagin og týsdagin fyri at vinna Føroyar víðari í EM-endaspælinum; at gera nakað heilt stórt sum ein av fjeppaunum sigur.

Dennis Holm avdúkar, at hann fekk hendan túrin sum jólagávu frá soninum, og at hetta var ein av teimum bestu.

Hoyr samrøðu ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder