Fótbóltur

Video: Føroyska málið á Gibraltar

GBC News hevur nøkur hæddarpunkt frá føroyska sigrinum - hetta afturvið einari samrøðu við liðskiparan hjá Gibraltar. Málið hjá Heidi Sevdal sæst eftir 2.40 í brotunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-26 09:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið fekk í gjár stig á fyrsta sinni í einum Nations League-dysti. Hetta í áttandu royndini samanlagt og tí aðru í 2025-útgávuni av kappingini.

Føroyar vóru favorittar og vóru eisini omaná á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar í gjárkvøldið. 

Heidi Sevdal skoraði einasta málið í dystinum, sum eisini var heilt gott. Málið sæst frá 2.42 á videobrotinum omanfyri, har nøkur hæddarpunkt eru.

Hetta var fyrsti kappingardystur á heimavølli nakrantíð hjá Gibraltar.

UEFA Nations League  2025 - Deild C, bólkur 1
2. umfar, týsdagin 25. februar
Gibraltar - Føroyar 0-1
70' Heidi Sevdal (Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) 0-1

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Jancy Mohr, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Sara Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal -  Eyðvør Klakstein (46' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) , Malena Olsen (46' Petra Hoydal), Fridrikka Clementsen - Heidi Sevdal.

Anna Brændstrup, Julia Naomi Mortensen og Rakul Sørensen komu eisini á vøllin í 2. hálvleiki. Hjá Rakuli var talan um allarfyrsta A-landsdystin.

Ásla Johannesen, liðskipari, var ikki nóg birg at spæla. 19-ára gamla Jancy Mohr úr KÍ byrjaði inni í sínum fyrsta A-landsdysti

Les um dystin her: Føroyar fingu søguligan sigur á Gibraltar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder