
Tað var heldur rótut og skinklut til tíðir, men sum frá leið vísti unga føroyska liðið, at man var betri enn Gibraltar og vann uppiborið í 2. umfari í Nations League-bólkinum.
Føroyar høvdu onkrar støður fyri steðgin, men tað var í 2. hálvleiki, at veruliga vandastøðurnar komu frammanfyri málinum hjá Gibraltar.
Tað hjálpti at skifta Petru Hoydal og Jensu Tórolvsdóttir inn í steðginum, umframt at geva Heidi Sevdal ein nakað fríari leiklut.
Meira broddur kom í føroyska spælið, eitt mál lá í luftuni, og tá tjúgu minuttir vóru eftir spældi Jensa til Heidi, sum var komin nakað upp í ferð. Metmálskjúttin á landsliðnum tók bóltin væl við sær inn í brotsteigin, og royndasti spælarin setti bóltin trygt í netið við vinstra beinið; nakað til vinstru í brotsteignum.
Heidi Sevdal við enn einum landsliðsmáli og stór frøi á teimum føroysku (Myndir: FSF)
Heimaliðið fekk ongantíð veruliga hótt føroyska málið, føroyska liðið vardi væl fyrim og tað endaði 1-0.
Føroyar livdu harvið upp til favorittleiklutin móti liðnum, sum í kvøld spældi sín fyrsta veruliga kappingardyst á heimavølli. Fyrstu stigini hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Nations League komið til høldar - Føroyar vóru eisini við í 2023.
Næstu dystirnir hjá Føroyum í kappingini eru á heimavølli tíðliga í apríl. Tá vitja fyrst Moldova (4. apríl) og síðani Gibraltar (7. apríl).
UEFA Nations League 2025 - Deild C, bólkur 1
2. umfar, týsdagin 25. februar
Gibraltar - Føroyar 0-1
70' Heidi Sevdal (Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) 0-1
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen - Jancy Mohr, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Sara Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal, liðskipari - Eyðvør Klakstein (46' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir) , Malena Olsen (46' Petra Hoydal), Fridrikka Clementsen - Heidi Sevdal.
Anna Brændstrup, Julia Naomi Mortensen og Rakul Sørensen komu eisini á vøllin í 2. hálvleiki. Hjá Rakuli var talan um allarfyrsta A-landsdystin.
Ásla Johannesen, liðskipari, var ikki nóg birg at spæla. 19-ára gamla Jancy Mohr úr KÍ byrjaði inni í sínum fyrsta A-landsdysti
Dagført: 20.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald