- Tað hevur einki at siga, at vit eru eitt lítið land, vit skulu bara hava 14 góðar spælarar á liðnum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í einum filmi, sum evropeiska hondbóltssamgongan EHF kunngjørdi í gjár.
Filmurin er smáar tíggju minuttir til longdar og lýsir føroyska U20 landsliðið, sum í fjørsummar var við í EM-endaspælium í Portugal.
Fleiri góðir dystir vóru, og dysturin móti Danmark var tikin fram sum ein stór løta. Eisini verður familjubondini á liðnum nevnd við Ellefsen-systkinabørnunum.
Frálíki filmurin inniheldur samrøður við Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West á Teigum, Paula Jacobsen, Óla Mittún, og eisini við U20 venjaran Julian Johansen.
Fleiri av U20 leikarunum í fjørsummar verða við í A-landsliðs EM-endakappingardystinum móti Rumenia í annaðkvøld. Tað er útselt til dystin, og stórur spenningur er um Føroyar megna at vinna á rumenum.
Sí eisini: Myndir: Fyrireika seg til útselda brakið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald