
Føroyska U21-landsliðið stóð í kvøld fyri einum skelki og einum bragdi.
Tað er ikki ofta, at vit koppa íslendingum í fótbólti - og serliga ikki í kappingardystum - men tað gjørdu ungu føroysku reystmennini í Reykjavík.
Eitt stórt arbeiðs- og liðavrik við góðari ætlan frá Ólavi Mikkelsen og toymi. Føroyar hava fult stigatal eftir tvey umfør í EM-undankappingini (vunnu eisini 2-1 á Estlandi í juni)
Liðið spælir aftur í Luksemborg mánadagin, 8. september
Sí hæddarpunktini hjá Televarpinum niðanfyri - málini hjá Føroyum komu tíðliga. Bæði innan fyrsta korterið
Sí eisini: Framúr føroyskt avrik og úrslit í Íslandi
-----------------------------------------------
Fantastiskt at síggja: Føroyar hava koppað Íslandi í elsta ungdómsaldursbólkunum (Skíggjamynd)
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson - Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal (80' Jóhan Josephsen), Árni Nóa Atlason - Áki Samuelsen (L) - Dávid Reynheim (55' Dávid Biskopstø Andreasen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald