Fótbóltur

Video: Frísparksperlan hjá Adriani í fyrsta umfari

Føroyska føðingardagsbarnið gjørdi bart, tá Hillerød og Hobro spældu 2-2 javnleik í Farum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-23 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll málini frá dystinum síggjast í videobrotinum hjá Hobro IK omanfyri. Flotta frísparksmálið hjá Adrian Rúnassyni Justinussen sæst frá 0.13.

Hetta var áttanda málið hjá nummar 17 fyri Hillerød, síðani hann byrjaði at spæla kappingardystir í næstbestu donsku deildini í mars.

Hillerød, ið eisini hevur Daniel Johansen í hópinum, spælir aftur í Horsens fríggjakvøldið.

Sí eisini: Adrian við frísparksperlu á sínum føðingardegi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder