
Hákun West av Teigum er nú fyrsta val á vonginum hjá Füchse Berlin. Hann byrjaði eisini inni í fyrra Champions League play-off dystinum í gjár, men 23-ára gamli hoyvíkingurin brendi bæði síni skot og var heldur óheppin í eini tveimum verjustøðum.
Síðani spældi Leo Prantner restina av dystinum. Italiumaðurin var ikki so sjónligur; hann skoraði eitt av tveimum skotum, men spælið hja Füschse gjørdist betri gjøgnum dystin í bæði álopi og verju.
Hákun hugdi at, meðan liðfelagarnir í 2. hálvleiki veruliga tóku yvir. Støðan í steðginum var 14-12 til Industria Kielce, men eftir steðgin eydnaðist alt hjá "revunum". Lasse Andersson skoraði samanlagt heili 12 mál, oddaliðið í Bundesliguni fór frá og vann við seks málum.
Harvið skal ógvuliga nógv til, um Füchse ikki fær fjórðingsfinaluplássið í Champions League og harvið skal spæla móti Aalborg beint eftir páskir. Seinni dysturin millum Füchse og Kielce verður í Berlin mikukvøldið 2. apríl.
Ovast síggjast hæddarpunkt frá dystinum. Millum annað sæst brenda skotið hjá Hákuni eftir kontra (0.10)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald