Fótbóltur

Video: Hæddarpunkt frá greiða finalusigrinum hjá Noreg

Sigursvandu norsku kvinnurnar fingu av álvara takið á dystinum móti Danmark eftir steðgin, og tað endaði 31-23. Tíggjunda EM-heitið hjá Noreg kom í hús í Wien.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-16 09:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað tók eina løtu hjá Noreg at koma í gongd. Anna Kristensen byrjaði ógvuliga væl í danska málinum, og verjan frammanfyri henni gjørdi tað torført hjá Henny Reistad og hinum.

So líðandi kom tó glið á, og danski málverjin - sum varð kosin mest virðismikli spælari í kappingini - hevði bert tvær bjargingar seinastu 48 minuttirnar. Í hinum málinum tók Silje Solberg nógv.

Eitt mál var á muni í steðginum, men Danmark kom ongantíð veruliga í gongd eftir steðgin í Wiener Stadthalle. Noreg sat á øllum og vann at enda sítt triðja evropameistaraheitið á rað á tryggjan hátt.

EM-finala 2024
Sunnudagin 15.12, Wiener Stadthalle 
Noreg - Danmark 31-23 (13-12)

Toppskjútti og dagsins spælari: Henny Ella Reistad (8 mál)

Sí eisini: Noreg setti Danmark uppá pláss í finaluni

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir: EPA

Samanlagt tíggjunda EM-heitið hjá "Håndballjentene", sum hava sitið á kvinnuhondbólti seinastu mongu árini. Stóran part av tíðini hevur Thorir Hergeirsson staðið á odda. Íslendingurin steðgar nú á tindinum - við sínari 11. gullheiðursmerki í øllum kappingum.

Sí hæddarpunkt frá finaluni ovast, har tað millum annað síggjast fleiri flott norsk mál og bjargingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder