"Andy, hann er okkara... Andy, hann er okkara".
Tað gjørdist ein serstøk finala í gjárkvøldið hjá Andrias Eriksen, sum vanliga er liðskipari hjá B36. Hann varð fyrr í vikuni raktur av koronu, og er tí í sóttarhaldi á Hotel Djurhuus í nakrar dagar.
Eftir dystin, sum B36 sum kunnugt vann eftir brotssparkskapping ímóti NSÍ, gjørdu liðfelagarnir eitt legg oman til Hotel Djurhuus yviri við Strond, og heilsaðu upp á Andrias Eriksen sum stóð í kamarvindeyganum.
Sí upptøkuna omanfyri sum B36 hevur gjørt.
Við FM1 í gjárkvøldið segði Andrias Eriksen, at hann hevði verið ein biltúr á Niðara vøll meðan brotssparkskappingin var. Har stóð hann einsamallur og upplivdi steypafinaluna í fjarstøðu.
Sí eisini: Stór myndarøð: B36 fór avstað við øllum
Les eisini: B36 er steypavinnnari
Andrias Eriksen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald