FSF: Tveir venjingardystir í Íslandi, sum verða um mánaðarskifti januar-februar, EM-undankapping í Litava í mars, og síðani EM-endaspæl í Føroyum, sum verður frá 4. til 17. mai.
Jú, tær á U17-landsliðnum við gentum sleppa av álvara at royna seg komandi mánaðarnar.
Ein av teimum, ið er partur av landsliðshópinum hjá Eyðvør Jakobsen, er 16 ára gamla Leona Djurhuus úr Vági. Fyri hana er tað ein stórur heiður at sleppa at umboða Føroyar, og ikki minst Suðuroynna.
Um vikuskiftið vandu genturnar á Tórsvølli, og áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á Leonu Djurhuus, ið millum annað sigur, at hon nærum misti svøvnin, tá tað gekk upp fyri henni, at hon í næstum skal vera við í einum EM-endaspæli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald