Fótbóltur

Video: Jørgen hevur fyrr givið hvítarussum høvuðbrýggj

Áleyparin gjørdi hattrikk í fyrra dystinum móti Hvítarusslandi og vil sjálvandi skora aftur í morgin og taka málmetið á U21. Seinasti dysturin í undankappingini verður klokkan 17 týsdagin á Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-14 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein, Jørgen Nielsen og hinir á U21-landsliðnum leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi. Hann verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin 15. oktober klokkan 17.

Í sambandi við seinastu venjingina - á middegi mánadagin -  tosaði FSF Varpið við Jørgen Nielsen.

Víkinga-áleyparin skoraði øll trý málini, tá Føroyar vunnu 3-2 á útivølli móti Hvítarusslandi í september í fjør. Jørgen trýr upp á enn ein sigur á hvítarussum, og endurtekur fegin hattrikkið frá dystinum í september í fjør. Hetta staðfestir hann fyri FSF-Varpinum.

Sí samrøðuna ovast

Fríggjadagin mistu Føroyar stig á stokkinum móti oddaliðnum Portugal. Føroyar eru á 4. plássinum í bólkinum og enda har, um tað eydnast at fáa stig móti hvítarussum.

[object Object]
Støðan (FaroeSoccer)

Seinasta umfar í EM-undankappingini
Í morgin, týsdagin 15.10
17.00: Føroyar - Hvítarussland 

Atgongumerki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder