Hondbóltur

Video: Kenna okkum ikki trýstar

Tað er kapping um plássini á landsliðnum, men eg gevist ikki, sigur Tróndur Mikkelsen, sum dagliga spælir við Viking Stavanger í næstbestu norsku deildini. Um vikuskiftið skulu hann og føroyska landsliðið spæla tríggjar undankappingardystir á Hálsi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-10 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri í kapping við leikarar, sum hava meira rutinu enn eg. Teir eru nøkur ár eldri, men eg føli at eg kann hyggja upp til teir og vita um eg kann gera tað betri, sigur 21-ára gamli Tróndur Mikkelsen.

Hann er uppvaksin í Neistanum og er vælnøgdur við byrjanina í føroyingafelagnum í  Noreg, Viking Stavanger, sum stríðist um at koma upp í bestu deildina. Landsliðsvenjarin rósti eisini júst Tróndi á tíðindafundinum, og havnarmaðurin hevur nú eyguni fest á møguliga spælitíði í vikuskiftinum.

- Tað er ein avbjóðing. Men eg havi fingið mín fyrsta landsdyst, og fingið blóð uppá tonna og gevist ikki aftur, sigur hann.

Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar

Høllin á Hálsi

Fríggjadagin 14. januar 
19.30: Føroyar - Luksemborg
(Lettland - Italia)

Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(Luksemborg - Lettland)

- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi klokkan 14.

Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland
(Italia - Luksemborg)

Les eisini: HM-undankapping: 22 leikarar í hópinum fyribils

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder