Tað var ein vónsvikin landsliðsvenjari, ið vit fingu orðið á á Tórsvølli nakað eftir síðsta bríksl. Ísrael skoraði fýra ferðir, og tað var serliga Eran Zahavi, ið revsaði føroyska liðið hart.
Tann góðskan, ið serliga hattrikskjúttin hevði, manglaðu føroyingar á seinasta triðingi, tí hóast liðið spældi seg til nakrar góðar støður, so kom ov lítið burturúr, segði Håkan Ericson, ið nú hevur staðið á odda fyri føroyska liðnum í ellivu dystum.
Sviin segði eisini, at hann royndi at síggja tey jaligu tingini, og at nú skuldi hyggjast nærri og fyrireika seg til at standa væl ímóti dønum, ið vitja leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald