Fótbóltur

Video: Málið hjá Martini í Middelfart

Føroyski vinstri bakkurin skoraði eitt "áleyparamál" í javnleikinum á Fjóni í dag. Aarhus Fremad misti sigurin á stokkinum vegna bíligt brotsspark men er framvegis omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-23 21:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey bæði uppflytaraliðini í Betina Liga brustu saman í 7. umfari. Tað endaði við, at Middelfart og Aarhus Fremad fingu eitt stig hvør.

Harvið eru Martin Agnarsson og Fremad frammanfyri júst Middelfart  - og Hobro - og harvið omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Støðan  í botninum í næstbestu donsku deildini:

[object Object]

Teir ú gulum og svørtum kundu tó sloppið longur avstað. Í 84. minutti legði fyrrverandi KÍ-spælaran, Anders Holvad, væl upp til 2-1 mál. 

Middelfart, sum hevur fyrrverandi HB-venjaran Kim Engstrøm við róðrið, fekk tó brotsspark í yvirtíðini. Talan var um eitt ógvuliga bíligt brotsspark, og helst skeivt dømt bortsspark men tað endaði 2-2.

Til ber at síggja hæddarpunkt omanfyri ella her. Martin Agnarsson spælir í nummar 3 hjá teimum gul-svørtu. Hansara mál sæst á 0.55 Brotssparksstøðan sæst móti endanum av vikuni.

Føroyski vinstri bakkurin hjá Fremad skoraði eitt "áleyparamál", tá hann javnaði í 28. minutti. Góð renning og væl sett inn: Fyrsta málið hjá Martini Agnarsson í næstbestu donsku deildini, har hann so at siga fær fulla spælitíð.

Sí eisini: Føroyingarnir fingu Hillerød í gongd í sigri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder