Fótbóltur

Video: Málini frá fjórðingfinalunum

Síggj 18 mál, sum komu í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-29 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, hvørji lið verða í bollanum, tá lutakast verður til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Drigið verður í 3-2 komandi mánadag.

Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni, og har háttaði tað seg soleiðis, at NSÍ, ÍVB, B36 og KÍ megnaðu at spæla seg víðari í kappingini.

Úrslitini gjørdust hesi
EBS/Skála – NSÍ 1-2 (eftir longda leiktíð)
HB – ÍVB 0-1
AB/B71 – KÍ 2-5
07 Vestur – B36 1-8

Í FSF Varpinum ber til at síggja 18 av teimum 20 málunum, sum vórðu skoraði í teimum fýra fjórðingsfinalunum.

Hvussu spælt verður í hálvfinalunum, verður avgjørt við lutakasti í 3-2 komandi mánadag. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 14. november. Finalan verður eina viku seinni, leygardagin 21. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder