Hondbóltur

Video: Metingar við Mittún-brøðrunum í meldrinum

Óli Mittún spældi ein framúr dyst, og Pauli Mittún fekk sína aðalroynd við Tjarnir. - Her var sjúkt huglag í høllini - sum ongantíð fyrr í Føroyum - og nú skulu vit hugna okkum, verður sagt millum autgrafarnar og myndirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-11 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Bredsdorff spurdi um eg vildi inn móti endanum, og tað vildi eg sjálvandi. Tað er ....skeg at spæla í hesum umstøðunum

Hetta sigur Pauli Mittún, sum var skaddur til heimadystin móti Niðurlondum seinast. Nú royndi 22-ára gamli hoyvíkingurin at spæla við Tjarnir, og tað er hann ikki keddur av. Eftir fagnaðin fer Pauli at fyrireika seg til at fáa eitt betri kappingar í Team Sydhavsøerne enn tað skaðadarvaða, sum hann hevur havt.

Yngri beiggi hansara helt, at slíkur stemningur hevur ikki áður verið til ein føroyskan landsdyst, og at hann og Elias bara vunnu sínar nærdystir í 2. hálvleiki.

Óli Mittún gjørdi bart aftur í dag við seks málum, fleiri uppleggum og nógvari ferð. Eftir dystin skrivaði hann eina rúgvu av autografum, tók myndir, men hann hevði eisini tíð til eitt prát.

Sí samrøðuna og alt rundanum omanfyri.

6. og seinasta umfar í EM-undankappingini
Føroyar - Ukraina 35-27 (15-13)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 mál
Óli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál
Leivur Mortensen 2 mál
Vilhelm Poulsen 2 mál
Ísak Vedelsbøl 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Bjarni í Selvindi 1 mál
Rói Berg Hansen 1 mál

Sostatt gjørdist úrslitið av EM undankappingarbólki 6 hetta:
Føroyar 9 stig
Niðurlond 7 stig
Ukraina 4 stig
------------------
Kosovo 3 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder