Fótbóltur

Video: Ommurnar eru spentar

Lena Jacobsen hevur tríggjar ommusynir í Víkinga-hópinum, og Elinborg Potts er omma ein fyrrverandi spælara og FM-vinnara. Tær hava góðar vónir til dystin móti Linfield.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-13 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tær eru spentar. Vinkonirnar Lena Jacobsen og Elinborg Potts úr Gøtu.

Lena Jacobsen hevur tríggjar ommusynir í hópinum hjá Víkingi: Hans Jákup Armgrímsson, Ingi Armgrímsson og Jákup Martin Jarnskor. Alt ungir mans hjá teimum í ljósabláum.

Elinborg Potts er omma Signar á Brúnni, sum hevur spælt nógv við Víkingi seinastu árini. Signar er nú uttanlands men átti sín leiklut í føroyameistaraheitinum í fjør.

Elinborg og Lena hava notið dagarnar í góðveðrinum í norðurírska høvuðsstaðnum Belfast.

Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð gjørdi.

Sí eisini: Video: Barndómsvinir á ferð við Víkingi

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur (1-2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder