Eftir at undankappingin til EM-endaspælið endaði síðsta vikuskifti, eru ymiskir listar gjørdir.
Les eisini: Jana Mittún skoraði triðflest mál í allari undankappingini
Føroyskir spælarar hava gjørt vart við seg, og sambært meting hjá EHF Home of Handball átti ein av føroysku málverjunum fjórðbestu bjarging í øllum endaspælinum.
Tað var ein heldur margháttilig støða í fyrra hálvleiki í Harfnarfirði sunnudagin, tá Perla Albertsdóttir royndi at javna til 6-6. Skotfintan snýtti Rakul Wardum so mikið nógv, at unga havnarkvinnan endaði á gólvinum - til reiðar at bjarga lágum skoti við beininum.
Rakul Wardum bjargaði 42 prosent av skotroyndunum sunnudagin, og er hetta eitt høgt tal (Mynd: Sverri Egholm)
Trupulleikin var bara, at bólturin var framvegis í hondini á íslendska voginum. Onkursvegna eydnaðist Rakul at reisa seg og bjarga skotinum, sum gamaní var heldur lágt til støðuna, men sum nógv skal til at bjarga í hesari støðuni.
Man skal vera kringur fyri at standa í málinum, og 21-ára gamla Rakul Wardum hevur eisini royndir í fimleiki.
Við flottu bjargingini vann hon seg inn á listan, sum íslendska Elin Thorsteinsdóttir er ovast á fyri tvífalda bjarging móti Luksemborg. Hon gav Føroyum nógv høvuðbrýggj í tapunum fyri Íslandi - Rakul, sum til dagliga spælir við Rinkbøbing, kundi tó fegnast um eitt EM-pláss sunnudagin.
Til ber at síggja bjargingina hjá Rakul Wardum og allar hinar bjargingar omanfyri. Rakul er nummar 4 á topp-fimm listanum, og bjargingin sæst frá 0:10.
Sí eisini: (Video) Rakul: Vistu at hvørt mál kundi telja
Rakul hevur reaktiónsvenjing við Jens á Skipagøtu, sum var málmansvenjari á hesum túrinum. Vanligt tekur Mladen Mjerimacka sær av hesum hjá kvinnulandsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald