Hondbóltur

Jana Mittún skoraði triðflest mál í allari undankappingini

20-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði 38 mál í seks dystum - yvir seks mál í miðal.

Ísland og hini liðini noyddust at gera nógv fyri at steðga Janu Mittún í stórum pørtum av dystunum. Sunnudagin skoraði Jana aftur 38 mál (Mynd: Sverri Egholm)

Ísland og hini liðini noyddust at gera nógv fyri at steðga Janu Mittún í stórum pørtum av dystunum. Sunnudagin skoraði Jana aftur 38 mál (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-09 18:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undankappingin hjá til EM-endspælið seinni í ár endaði við, at Føroyar gjørdust nummar 20. Og tá 20 pláss vóru uppá spæl, so fingu Føroyar eitt søguligt EM-pláss. Tveir stórsigrar á Luksemborg, umframr trý tap á fimm mál og undir tí móti Íslandi og Svøríki vóru nóg mikið.

Framtíðin er fyri hesum unga liðnum, og EM í november-desember verður eitt týðandi fet í menningini.

Ein av ungu spælarunum, sum hevur gjørt bart í Føroyum og tikið stigið útum landoddarnar, er Jana Mittún. 20-ára gamla hoyvíkskvinnan varð í fjør ársins spælarií Føroyum og spælir nú við Viborg í Danmark - ein av fremstu deildum í heiminum.

Sí eisini: Jana Mittún vil flyta seg og føroyskan hondbólt longur

Jana gekk á odda í álopspartinum í undankappingini og skoraði samanlagt 38 mál. Hetta er eitt miðaltal á yvir seks mál fyri hvønn dyst (seks dystir eru. 38 mál eru eisini triðflest í allari EM-undankappingini.

Kviki og kraftmikli spælarin skoraði átta mál í báðum dystunum í síðstu viku - móti Svøríki og Íslandi - og tað var bert móti Luksemborg á heimavølli, at Jana Mittún ikki varð føroyskur toppskjútti. Nummar 77 verður týðandi partur av menningini í føroyskum kvinnuhondbólti

[object Object]Eftir dystin móti Íslandi fegnast Jana Mittún saman við Turið Arge Samuelsen (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder