Reykjavík, Ísland (Portalurin): Hon varð skjótt ein stórur profilur á besta liðnum hjá barndómsfelagnum H71. Eftir gjøgnumbrotið í SMS-deildini stóð tað skjótt greitt, at Jana Mittún hevði dygdirnar til at spæla á hægri stigi.
Tað varð fleiri ferðir gull og gleimur í Hoyvík, og Jana endaði fyribils sína tíð í felagnum við greipuni og heitinum sum Ársins Leikari í fjør. Studentahúgvu á høvdið, og síðani skifti nummar 77 svart út við grønt, Føroyar við Danmark og Hoyvík við Viborg.
Jana Mittún í eyðkendum stíli í dysti fyri H71 móti Neistanum. Hon stórtreivst í H71 og Hoyvík, men í seinasta kappingarárinum stóð henni greitt, at eitt skifti útum landoddarnar var tað besta (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur gingið upp og niður hjá jútska stórfelagnum í ár og eisini hjá Janu Mittún. Hon viðurkennir, at nógvir dagar hava verið tungir; tá spælitíðin hevur verið tvørandi og avrikini ikki heilt eftir vild. Tað kann eisini tykjast langt til Hoyvíkar.
Hon er tó framvegis bert 20-ára gomul og í einum av allarsterkastu kvinnudeildum í heiminum. Jana er eisini jarðbundin og hyggur eftir størru myndini. Hoyvíksvkvinnan veit, at hon skal arbeiða hart við sínum spæli og fyri hana hanga trivnaður og hondbóltur tætt saman. Um fimm ár vil Jana Mittún framvegis vera í einari støðu, har hondbóltur er stuttligur at spæla.
Tað verður ikki pakkað inn, at ynski millum annað er at spæla í Champions League. Sum nú er, vil Jana finna støðufesti í Viborg. Har hevur kviki og kraftmikli bakspælarin tvey ár eftir av sáttmálanum.
Saknurin eftir familjuni kann vera stórur, men Jana Mittún slær fast, at tey eru góð at stuðla hvørjum øðrum, og telefonin kemur væl við í løtum. Hon roynir millum annað eisini at fylgja við, hvussu tað gongur hjá eldra og yngra beiggjanum – Paula á Sælandi og Óli í Sävehof. Stuðulin frá familjuni er stórur, og talan er um eina sanna stóra hondbóltsfamilju: Mittún/Ellefsen á Skipagøtu.
Jana Mittún og brøðurnir Pauli og Óli Mittún eftir U21 HM-dyst í Berlin í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)
Familjan merkir nógv fyri Janu - bæði í mun til hondbóltin og alt rundanum (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroe Photo)
Tað at beiggjarnir og systkinabørnini – Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rói Ellefsen á Skipagøtu – spældu nógv hondbólt saman við henni, og høvdu Janu við “hóast hon er ein genta”, hevur gjørt stórna mun, staðfestir Jana. Tað var við til, at hon spældi meira hondbólt enn hinar, og hetta hevur gjørt mun, sigur A-landsliðsprofilurin sjálv.
Júst landsliðið er nakað, ið Jana tosar ógvuliga jaligt um. Hon fekk longu sínar fyrstu minuttir í 2021 – sum 17-ára gomul – og traðkaði hart og skjótt inn á stóra pallin í Rumenia. 70 mál og 23 upplegg í 17 A-landsdystum fyri Føroyar - sambært Handballstatz - siga okkurt, og mikukvøldið gav hoyvvíkskvinnan Svøríki nógv høvuðbrýggj.
Toppskjúttin setur orð á menningina, og hvussu umráðandi eitt pláss í EM-endaspælinum vildi verið. Hetta er tað, sum Føroyar spæla um í morgin, sunnudagin klokkan 17. Hetta kann eisini geva íblástur til gentur, sum vilja hondbóltin: At vísa at tað ber til, staðfestir Jana Mittún.
Venjing í Reykjavík fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)
Jana Mittún í dysti móti Svøríki mikudagin, har hon til tíðir vísti stórspæl (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit hava flutt okkum. Menninir hava sjálvandi víst vegin, og tað er nakað, vit øll kunnu vera errin av. Nú vilja vit eisini við.
Føroyar og Ísland spæla avgerandi dyst um EM-pláss í morgin, og Portalurin fylgir gongdini í Íslandi - áðrenn, undir og eftir dystin. Sí alla samrøðuna við Janu Mittún ovast.
Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald