Hondbóltur

Video: Serbia er kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini

Tað snýr seg um at møta teimum rætt og millum annað fáa ferð og breidd í okkara álopsspæl, sigur Julian Johansen. Landsliðsvenjarin heldur, at liðið er mentalt á rætta staðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-28 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Serbia er kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini. Teir eru í miðal helst 10-15 kilo tyngri enn okkara (...) Í álopinum spæla teir nógv og væl uppá strikuspæl: Vit skulu møta teimum væl og royna at nokta teimum atgongd.

Soleiðis sigur Julian Johansen í Berlin í morgun.

Á veg til venjing í parti av Max Schmeling-høllini reyk eitt dekk á bussinum í einum svingi, men fyiruttan at ein av leiðarunum datt, so hendi einki álvarsamt.

Liðið er annars væl hugsavna um stóru uppgávuna í morgin, sigur Julian. Hugsað verður ikki um, at tað er ein HM-fjórðingsfinala:

- Vit hava bara fokus á Serbia nú og royna at fyrireika okkum so væl sum gjørligt. Vit hava lagt góðu úrslitini í ryggsekkin, og vit hava ein mentalvenjara (Jens á Skipagøtu, red.), ið nýtir nógva tíð at tosa við spælararnar um uppgávuna.

Portalurin fekk orðið á ein av U21-landsiðsvenjarunum, áðrenn seinasta venjingin undan dystinum móti Serbia byrjaði. Føroyska liðið vandi nógv álopsspæl. HM-fjórðingsfinalan byrjar klokkan 12.15 í morgin, og kann síggjast í Kringvarpinum.

Meira seinni...

Sí eisini: 
Rói Ellefsen á Skipagøtu: Eru góðir til at halda fokus og hyggja frameftir
Bogi Hansen: - Hetta kann blíva ordiliga stórt
Myndir: - Byrjaðir at fyrireika seg í Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder