Fótbóltur

Video: Skulu heysta tað, ið vit hava sáðað

FSF Varpið: Møguleikin at spæla seg víðari til eitt endaspæl, hevur ongantíð verið størri enn nú.

2018-09-06 23:43 Author image
Sverri Egholm

- Vit hava altíð ein møguleika. Líka mikið hvørjum vit spæla ímóti. Og møguleikin at spæla seg víðari til eitt endaspæl, hevur ongantíð verið størri enn nú, so sjálvandi fara vit eftir sigrinum móti Malta, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið.

Undir seinastu venjingini áðrenn dystin móti Malta, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin kl. 19:45, fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen.

placeholder
placeholder